Heystfagnaðurin í ár verður hildin í heystfrítíðini í døgunum 13. til 17. oktober kl 11 – 16. Hetta er 7. ferð, Heystfagnaðurin letur upp hurðarnar fyri børnum og vaksnum til eina løtu við spølum, uppgávum og hugna.
Tiltakið er víðkað í ár. Hesuferð luttaka Føroya Listasavn, Sjósavnið og Náttúrugripasavnið (og Jarðfeingi). Listasavnið og Náttúrugipasavnið hava ókeypis atgongd. Sjósavnið bjóðar gestum til hálvan prís. Á Fornminnissavninum er opið og ókeypis somu tíðir.
Skattajakt
Á nattúrugripasavninum og Jarðfeingi sleppa børnini á skattajakt, har tey skulu leita inni og úti millum trøini millum ísbjørn, gorfugl og gimsteinar eftir bókstavum og loyniorðum. Megnar tú at finna horvnu fiskarnar? Ella fá tær eina tráðu og eitt fiskiloyvi og far og leita eftir nøkrum ávísum fiskasløgum. Tú kanst eisini fara á jarðfrøðiliga rannsóknarferð.
Tú kanst eisini koma inn í lesikrókin, látrið til kópin og hvíla teg við eini góðari bók. Ein hópur av áhugaverdum bókum finnast um náttúruviðurskifti. Her eru eisini pappír og litblýantar, so tú kanst tekna eina løtu.
Alla vikuna er ein hópur av ungum fólkum, sum ganga børnunum og teim vaksnu til handa. Manglar tær hjálp við eini uppgávu, ella hevur tú okkurt at spyrja um. Spyr eitt av hjálparfólkunum!
Ætlanin er, at starvsfólk á stovnunum koma og greiða frá um steinsløg, skera upp fiskar og greiða frá plantum, kyktum og skorðdjórum. Tak tíni egnu kykt, steinar og plantur úr føroysku náttúruni við tær og fá okkurt at vita um hesi.
Sjósavnið
Á sjósavninum kanst tú síggja eini 30 – 40 fiskasløg av teimum 247 fiskasløgunum, sum vit kenna kring Føroyar. Hevur tú sæð hávarnar á sjósavninum? Teir eita smáblettuti reyðhávurin, og teir løgdu egg í vár.
Harafturat hevur sjósavnið eina skøtu. Talan er um vanligu skøtuna. Skøta er bróskfiskur eins og hávur.
Á sjósavninum finnur tú ein hóp av krabbadýrum, lindýrum og tindadýrum. Hesi djórasløg hava onga beinagrind, tey eru ryggleys dýr.
Uppgávur eru til børnini allan heystfagnaðin, og klokkan 13 kunnu tey vera við, tá ein fiskur verður skorin upp
Vinn eina tyrluferð
Gestir, sum vitja øll trý luttakandi søvnini, (Náttúrugripasavnið (og Jarðfeingi), Sjósavnið og Listasavnið) kunnu luttaka í eini kapping. Høvuðsvinningurin, sum Atlantic Airways letur, er ein tyrluferð fyri tvey vaksin og tvey born. Nógvir smærri eykavinningar eru eisini.










