Fiskivinna
Enn er gongd ikki komin á hjá nýbygningunum hjá Faroe Seafood.
Skipini vóru úti eitt samdøgur fyri jól og lógu síðan, meðan verkfall var. Tá ið feløgini samdust um nýggjan sáttmála, og skipini fóru útaftur, vóru tey aftur úti í eitt samdøgur.
Væntandi er, tá skip eru nýggj, at ymiskar justeringar skulu gerast, áðrenn verulig gongd kemur á, og soleiðis hevur eisini verið við Heyki og Falki.
Í løtuni er Falkur á Skála, har ymiskt verður gjørt við skipið.
Ein av trupulleikunum hevur verið ísmaskinan og ein annar, at onkur el-talva er smeltað.
Sum skilst, er Heykur meira ella minni klárur at loysa.
Skipini komu til landið fyri hálvan desember, og eingin ivi er um, at bæði reiðaríi og manning leingist eftir at sleppa í gongd.










