Eingin mannskaði stóðst av, og tamarhald er á støðuni, eftir at partrolararnir Heykur og Falkur tíðliga í morgun rendu saman á Sandoyarbanka, upplýsir MRCC støðin Allir mans komu frá hendingini í øllum góðum, tá partrolararnir Heykur og Falkur rendu saman á Sandoyarbanka tíðliga í morgun.
Veðrið var gott, men tað var kjaftsvart í mjørka, tá ið Heykur sigldi inn í bakborðssíðu á Falki um fimm tíðina í morgun. Skipini vóru stødd 35 fjórðingar í ein landsynning úr Borðini.
MRCC og Tórshavn Radio fingu boðini klokkan 04.56, og sjóbjargingarstøðin sendi beinanvegin Tjaldrið, sum var statt í Djúpunum, og Hvidbjørnen, sum var stødd vestanfyri, at sigla ímóti skipunum. Lív var eisini boðsend at fara út við pumpum frá Tórshavnar Sløkkiliði.
Falkur fekk stóran skaða, og lastin fyltist við sjógvi. Tað lak eisini inn í maskinrúmið, men manningin fekk skalkað lúkurnar til. Heykur fekk ikki stóran skaða og kundi tí vera Falki til hjálpar. Onnur skip vóru eisini nærhendis.
Tamarhald var støðuni ein hálvan tíma eftir samanstoytin, og tá fóru Falkur og Heykur við egnari hjálp og lítlari ferð at sigla til lands.
Lív var frammi hjá Falki um hálvgum átta tíðina. Tjaldrið var hjá Falki um hálvgum níggju tíðina, og tá bleiv Hvidbjørnen biðin um at vera standby.
Falkur og Heykur koma inn á Havnina umleið klokkan 11.30, sigur MRCC støðin í tíðindaskrivi.