Tað hevur í alla nátt verið av ringasta veðri, men eftir klokkan 02:30 hava so at siga ongar fráboðanir verið hjá løgregluni um skaðar.
Umleið klokkan 05:30 vaks vindurin aftur, og klokkan 06:08 var vindurin máldur til 78,7 m/sek í hvirlunum á Norðadalsskarði, ið eisini er mesti vindurin, sum máldur er seinasta samdøgnið.
Tey økini, ið eru harðast rakt eru Klaksvík, Gøta, Kambsdalur og Skálafjørðurin.
Stutt eftir midnátt boðaði løgreglan frá, at restin av goymslubygninginum hjá KJ Hydraulik, sum er gamli timburhandilin á Kambsdali, eisini var farin í vindinum. Har bar als ikki til at gera nakað, tí so nógv tilfar fýkur runt í økinum.
Um onkur hevur myndir ella filmsbrot av skaðum og av illveðri annars, so taka vit fegin ímóti á post(at)sosialurin.fo









