Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur valt nýtt Etiskt Ráð, sum tekur við 1. oktobur. Tað sigur landsstýrismaðurin í eini fráboðan beint nú. Nýggja ráðið verður mannað soleiðis:
- Bergur Debes Joensen, sóknarprestur (formaður)
- Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum
- Leif Olsen, sosialráðgevi
- Jógvan D. Hansen, heimsspekingur
- Marjun Asbjarnardóttir Lómaklett, sóknarprestur og integratiónsprestur
- Noomi Gregersen, verkætlanarleiðara í Fargen
- Arni Zachariassen, rúsviðgeri
- Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum
- Súsanna Mortensen, sjúkrarøktarfrøðingur
Etiska ráðið hevur soleiðis sitið í meira enn 4 ár, og tí skal nýtt ráð veljast. Etiska ráðið verður valt 4. hvørt ár og verður mannað við níggju ráðslimum, sum verða sitandi til nýtt ráð tekur við. Sambært lógini setur landsstýrismaðurin í heilsumálum ráðið eftir hesum reglum:
- Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir formannin í ráðnum, umframt ein lim
- Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almannamálum, ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í kirkjumálum og tríggir limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ið hava umboð á Løgtingi.
Limirnir skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki. Harumframt skal landsstýrismaðurin í heilsumálum tryggja, at ráðið verður sett saman við fólki við fjølbroyttum útbúgvingum og royndum, og at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðað. Tá ið ráðið verður sett av nýggjum, verður miðað ímóti, at í minsta lagi tríggir limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat. Í hesum føri eru Ann Danielsen, Leif Olsen og Jógvan D. Hansen afturvald.