Hevur tú mist makan av krabbameini?

Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá tú missir makan av eirindaleysari sjúku.

- Samtalubólkur fyri teg, ið hevur mist makan av krabbameini, byrjar 26. januar 2015.

 

Tað veit Oddbjørg Johansen hjá Krabbameinsfelagnum at siga í dag.

 

- Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá tú missir makan av eirindaleysari sjúku. At hitta onnur í somu støðu, kann lætta um tunga, torføra og stundum einsliga stríðið at fóta sær aftur.

 

Hetta er orsøkin til, at Krabbameinsfelagið skipar fyri samtalubólki fyri tey, sum hava mist maka sín orsakað av krabbameini.

 

- Endamálið við at savna fólk, sum øll hava mist maka sín, er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, tankar og trupulleikar, sum missurin gevur - og gjøgnum samtalurnar við onnur í somu støðu at koma styrkt/-ur víðari í lívinum.

 

Oddbjørg Johansen leggur dent á, at samtalurnar sjálvandi eru í trúnaði.

 

Hon vísir á, at tað verða sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum, sum hava terapeutiska eftirútbúgving og hava drúgvar royndir við at arbeiða við fólki, sum eru í sorg og kreppu, ið fara at leiða og skipa fyri í bólkinum.

 

- Mánadagin 26. januar frá klokkan 13-15.30 verður fyrstu ferð, at bólkurin kemur saman, og møtt verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, sigur Oddbjørg Johansen.

 

Ætlanin er, at bólkurin fer at samlast eina ferð um mánaðin og seks ferðir tilsamans.