Hevur tikið longri enn vit ætlaðu

Samráðingarnar draga út, men andin er góður

- Tað hevur tikið longri tíð, enn vit høvdu ætlað, men andin í samráðingunum er góður.

 

Tað sigur Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.

 

Líka síðani síðst í august hava samráðingar verið um nýggjar sáttmálar millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.

 

Men enn eru tey ikki komin á mál.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu Maud Vang Hansen metir støðuna