Hevur teknað í Sosialinum í 10 ár

Seinastu tíggju árini hevur skemtiteknarin, Óli Petersen teknað á baksíðuni á Sosialinum. Á sín serliga hátt viðgerð hann dagsins viðurskifti í tekningunum, sum á hvørjum ári eisini verða givnar út í bók. Tann níggjunda í røðini kemur í vikuni, og ber tað til at keypa tær gomlu bøkurnar frá Sosialinum, eins og tað eisini ber til at keypa ávísar tekningar.

 

Óli Petersen er føddur í Klaksvík 24. januar 1936.

Í nógv ár arbeiddi hann á teknistovuni á Skála Skipasmiðju, men í dag fæst hann burturav við at gera tekningar til bøkur og bløð.

Óli man vera best kendur fyri mongu tekningar sínar í Rukkulakkanum, sum hann var við til at geva út í næstan eina fjórðingsøld.