Hevur stríðst fyri at koma á landsliðið aftur (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Eirik J. Simonsen, ið fekk møguleikan í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Eirik J. Simonsen, ið fekk møguleikan ímóti Grønlandi í dag.

 

Eirikur J. Simonsen fekk tvey mál, og stóð eisini væl í verjuni tá hann var á vøllinum.

 

Eirikur J. Simonsen spælir við Frederikshavn í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, har hann hevur fingið nógva spælitíð. Hann sigur, at hann hevur vant hart, er komin í betri likamsstøðu og hevur eisini tapt seg fyri at verða betur fyri í strembanini at sleppa aftur á landsliðið, og hann er sera glaður fyri møguleikan hann fekk í dag. 

 

Eirikur J. Simonsen sigur, at hann hevur eitt hálvt kappingarár eftir í Frederikshavn, og hann ætlar at stríðast fyri møguleikanum at fáa endurval til landsliðið.