Hevur spurt Conte um ráð um Liverpool

Champions League: Italski venjarin hjá Spartak Moskva hevur spurt enska meistaravenjaran, Antonio Conte, um hvussu teir skulu takkla Liverpool í kvøld

Annað umfar í Champions League bólkaspælinum verður spælt hesa vikuna, har fyrstu dystirnir vera spældir í kvøld.

 

Millum dystirnar sum vera leiktir í kvøld, eru tað serliga tveir av teimum, ið fáa størri uppmerksemi enn aðrir. Tað eru uppgerðirnar millum Spartak Moskva og Liverpool, umframt dysturin millum Borussia Dortmund og Real Madrid.

 

Í dystinum millum Spartak Moskva og Liverpool skal Liverpool til Russlands at spæla truplan útidyst. Liverpool hevur nógv brúk fyri einum sigri í dystinum í kvøld, av tí at Liverpool í fyrsta dystinum á heimavølli spældi javnleik móti Sevilla.

 

Italski venjarin hjá Sparkak Moskva, Massimo Carrera, hevur viðurkent undan dystinum, at hann hevur ringt til Chelsea venjaran, Antonio Conte, og spurt ráð undan dystinum móti Liverpool í kvøld.

 

-       Eg havi ringt til Antonio Conte og spurt ráð um hvussu vit skulu spæla móti Liverpool. Men vit tosaðu eisini um onnur viðurskifti enn bara dystin – millum annað um familjulívið og privatlívið, greiddi Massimo Carrera frá á tíðindafundinum áðrenn dystin.

 

Eisini uppgerðin millum Borussia Dortmund og Real Madrid í kvøld er spennandi. Real Madrid hevur sum kunnugt vunnið Champions League kappingina seinastu tvey kappingarárini, og er millum favorittarnar at vinna kappingina aftur í ár.

 

Men á Signal Iduna Park, sum er heimavøllurin hjá Borussia Dortmund, hevur Real Madrid ongantíð vunnið. Tær seks undanfarnu uppgerðirnar millum Borussia Dortmund og Real Madrid á Signal Iduna Park eru endaðar við trimum sigrum til Borussia Dortmund, meðan tað tríggjar ferðir eisini er enda við javnleiki.

 

Allir dystirnir í Champions League í kvøld eru hesir:

Bólkur E:

Sevilla – Maribor

Spartak Moskva – Liverpool

 

Bólkur F:

Manchester City – Shaktar Donetsk

Napoli – Feyenoord

 

Bólkur G:

Besiktas – Red Bull Leipzig

Monaco – FC Porto

 

Bólkur H:

Apoel – Tottenham

Dortmund – Real Madrid