Hevur sett nýtt stýri fyri Tjóðpallin

Nýggi formaðurin hevur drúgvar royndir á mentanarpallinum, umframt at hann er roknskaparkønur, og kønur í fíggjarviðurskiftum

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur nú sett nýtt Leiklistaráð fyri næstu trý árini. Leiklistaráðið er stýri fyri Tjóðpall Føroya. Tað setir stjóran og hevur aðrar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild.

Limirnir í nýggja leiklistaráðnum, eru:

Ólavur Jøkladal, formaður, tilnevndur av landsstýrismanninum

Birna Heinesen, tilnevnd av landsstýrismanninum

Durita Dahl Andreassen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya

Búi Dam, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya

Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya

Barbara Hentze í Stórustovu, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya

Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð

Formaður næstu trý árini verður Ólavur Jøkladal, sum er cand. mag. í tónleikavísindum og norðurlendskum máli. Hann hevur drúgvar royndir á mentanarpallinum sum kórleiðari og tónaskald, umframt at verða fíggjar- og roknskaparkønur.

Birna Heinesen, cand. mag. í dramaturgi, hevur sitið eitt skeið frammanundan sum umboð fyri LISA, og Jóan Petur Hentze er afturvaldur fyri Tórshavnar býráð. Hinir fimm limirnir eru allir nývaldir.

Leiklistaráðið verður sett soleiðis, at landsstýrismaðurin í mentamálum skal seta formannin og ein lim afrurat Annar av hesum skal vera fíggjar- og roknskaparkønur. Leikarafelagið, LISA, MÁF, Tjóðpallurin og Tórshavnar býráð skulu tilmæla hvør sín lim. Limurin sum umboðar Tjóðpallin, er starvsfólkaumboð, ið verður skift annað hvørt ár. Limirnir í Leiklistaráðnum skulu hava kunnleika til mentan og palllist.