Hevur søkt um at útseta Brexit

Aftaná politiska ósigurin í parlamentinum hevur forsætisráðharrin boygt seg

Bretski forsætisráðharrin Boris Johnson hevur fyri løtu síðan sent eina umsókn til ES-forsetan Donald Tusk, har søkt verður um loyvi at útseta Brexit.

- Eg havi júst fingið umsóknina um útsetan. Nú fara eg at viðgera við ES-leiðarar, um hvat svarið skal vera, skrivar Donald Tusk á sosiala miðlinum Twitter.

Ætlanin var annars, at Bretland skuldi fara úr ES 31. oktober, men aftaná at bretska undirhúsið í dag samtykti at útseta atkvøðugreiðsluna um skilnaðaravtaluna, ið bretska stjórnin og ES vórðu samd um hósdagin. Parlamentslimirnir ynskja eina betri viðgerð av avtaluni, áðrenn teir taka støðu til hana.

Men hóast tað er møguligt hjá parlamentinum at samtykkja avtaluna áðrenn 31. oktober, er forsætisráðharrin bundin av einari eldir samtykt hjá parlamentinum, har tað bleiv staðfest, at um eingin avtala varð góðkend av parlamentinum áðrenn 19. oktober, tað vil siga í dag, var forsætisráðharrin álagdur at søkja ES um at útseta Brexit.

Tað er í samsvar við tí samtyktina, at forsætisráðharrin nú hevur sent ein umsókn til Donald Tusk um eina útsetan, hóast hann áður hevur hildið fast í, at Bretland skal úr ES 31. oktober, við ella uttan eina avtalu.

Óvist er eisini, um ES-leiðararnir fara at veita bretum enn eina útsetan. Brexit er longu útsett tvær ferðir áður, og hevur millum annað franski forsetin Emmanuel Macron í vikuni gjørt greitt, at hann ikki er serliga sinnaður at útseta Brexit enn einaferð.