Hevur róð úr Føroyum til Íslands

Einasmalli maðurin fór úr Føroyum sunnudagin og setti fótin á land í Íslandi seinnapartin í gjár

 


- Hetta var ein ótrúlig ferð.

Tað sigur amerikanarin, Chris Duff.

Og tann ótruliga ferðin, hann sipar til, er ferðin, hann gjørdi einsamallur á árabáti úr Føroyum til Íslands.

 

Hann fór úr Føroyum seinnapartin sunndagin og nú, seks dagar seinni, setti hann fótin á land í Breiðdalsvík í Íslandi, sum liggur nokk so tætt við Seyðisfjørð, har Norrøna siglur.

Hann skrivar á Facebook, at nógvir íslendingar vóru kominr á bryggjuna at bjóða honum vælkomnum.

 

Hann hevur havt skiftandi veður á ferðini.

Partvís var dýrdarveður og ein dagin í blikalogn møtti hann einum íslendsum uppsjóvarfiski og haðani fekk hann heitan døgverða.

Men hann hevði eisin ruskveður, har hann stríddust við sjóverk.

Hann sigur, at ferðin var eitt ótrúligt upplivilsi, sum tað fer at taka nakað av tíð at sodna.

 

Við hesum er hann komin eitt fet nærri einum gomlum dreymi um at rógva í kjalarvørrinum hjá víkingunum úr  Skotlandi til Íslands, og haðani víðari til Grønlands og Kanada.

 

Hann royndi í 2011, men tá mátti hann gevast rættiliga tíðliga, tí veðrið var ikki til vildar.

Hann royndi aftur í 2012 og tá eydnaðist honum at koma higar til Føroya, men veðrið varð ongantíð til vildar at halda leiðina fram til Íslands.

Men hann gav ikki givið skarvin yvir og nú eydnaðist tað.

 

Báturin, sum hevur fingið navnið Northern Reach, er 19 føtur og hann ber seg ómetaliga væl, hevur Chris Duff sagt fyri Sosialinum.

 

Chris Duff er ógvuliga royndur rógvari. Í 1986 róði hann runt um alt stóra Bretland, Ongland, Skotland og Wales, í kajak.

Í 1996 róði hann runt um alt Írland. Í 2000 róði hann runt um Nýsæland og í 2003, róði hann runt um Ísland, saman við tveimum øðrum.

 

- Síðani hevur tað spøkt í høvdinum á mær, hvussu eg kundi samanbinda Stóra Bretland og Ísland, segði hann við Sosialin seinast hann var her.

 Men er tað ongantíð, hann hevur hugsað, at nú er deyðin í durinum?

- Ájú. Tá ið eg róði runt Nýsæland, vóru aldurnar so stórar, at kajakkin brotnaði av um tvøran og tá stóð nógv á, segði Chris Duff í somu samrøðu við Sosialin

- Men eg vil kortini siga, at Røstin, suður úr Akrabergi, er ringasti sjógvur, eg havi róð í, legði hann afturat.