Hevur »prísurin« ein prís?

Síðani eg kann minnast hevur mær dámað væl at tekna. Serliga hevur mær dámað væl at tekna andlit. Tað hevur ført við sær, at eg eisini havi fingið ein serligan áhuga í at eygleiða fólk og teirra andlitstrekk.

 

Til dømis er tað áhugavert at finna ymisk gjøgnumgangandi trekk, sum eru sereyðkenni fyri ymiskar familjur ella ymisk fólkasløg í heiminum. Eg havi tí mest sum eina kapping koyrandi við meg sjálva, har eg royni at staðfesta hvaðani ein og hvør, sum eg møti á vegnum ella í tokinum man koma frá.

Fyri einum ári síðani fluttu maður mín og eg saman við báðum børnum okkara yvir um Oyrasundsbrúnna og avgjørdu at blíva sokallaðir »pendlarar« um sundið. »Gestsins eyga er gløgt«, sigur orðatakið og við míni vanligu tráan eftir at finna nøkur antropologisk sereyðkennir, legði eg skjótt merki til, at sviar hava eitt andlitstrekk, sum eg ikki var so kend við. Og sum fráleið sá eg, at fleiri høvdu hesi trekkini, so nú var eg vís í, at hetta var eitt serligt svenskt trekk. Yvirvørrin var eitt sindur útspílað og boygd niður móti vørrini, sum so var eitt sindur strømm og spent, og samstundis bleiv nøsin spílað upp og út. Hmm, eitt trekk sum eg ikki havi sæð síðani, eg seinast var í zoologiska hava.

Men ein gáta skal jú loysast, so eg fór at hugsa um, hvar hesi trekkini mundu stava frá. Tað nærmasta eg kundi koma til eitt svar var, at tað sikkurt vóru trekk sum stavaðu fra samunum í norður Svøríki. Hóast alt so var ikki nakað nevniverdugt av hesum trekkum at síggja í Danmark, og har eru heldir ongir samar. Samstundis líktist tað samum, sum eg havi sæð í sjónvarpinum. Og ein kann væl hugsa sær, at samar eisini hava sett síni spor í suður Svøríki, sjálvt um landið er líka langt sum frá Keypmannahavn og suður í Gibraltar. Gátan var loyst, og eg var líka nøgd, sum ein detektivur ið hevur fingið brotsmannin undir lás og slá. MEN SO spurdi maður mín Ólavur meg ein dagin, um eg hevði lagt til merkis, hvussu nógvir svenskir menn snúsaðu?! SNÚSAÐU?!? Ja, hvat kann eg siga? Mínu sokallaðu samisku trekk vístu seg at vera SNÚS!! ? Ein prísur undir yvirvørruni og einki annað.

Jú, nógvir menn snúsa í Skåne, og tí er tað kanska her, at Gøran Persson (svenski statsministarin) skal traðka inn og gera onkur politisk tiltøk ímóti snúsi fyri at fáa burðartalið upp í Svøríki. Hann hevur nevniliga heitt á svenskar kvinnur um at føða fleiri børn. Frammanundan hava svenskarar ein strangan roykipolitik, og tað er eisini ávíst, at royking hevur eina fysiologiska ávirkan á møguleikarnar hjá menniskjum at formera seg. Men hevur nakar hugsað um, at eitt yvirdrivið snúsforbrúk kanska førir til reint og skart avhaldni millum hjún? Eg vildi hildið, at har var nakað, sum átti at kannast nærri, tí tá eg ein dagin sá ein mann inni í Burger King fyrst fáa sær ein stóran prís undir vørrina og síðani fara í holt við at eta softice við karamellsós, so kann eg gott ímynda mær at »prísurin« kan hava ein størri prís í hjúnarbandinum, enn bara tað hann kostar við diskin. Tískilt má Gøran Persson týggja til góðan og gamlan snúsfornuft fyri at tryggja svensku arbeiðsmegina í framtíðini.