Ein sjúkrasøga
? Tað einasta, ið heldur lívið í mær, er, at eg havi so lætt sinni. Hevði eg ikki havt tað, var eg langt síðani deyð.
Gamla orðafellið um, at lívið er ikki ein dansur á rósum, kann 53 ára gamla Inga Thomassen á Tvøroyri skriva undir uppá.
Tað mesta av hennara vaksna lívið hevur hon liva við pínu so ræðuligari, at tað ber illa til at seta orð á tað.
Men sjúka hennara var løgin, tí ongin fann útav, hví hon hevði so ræðuliga pínu. Tað er ikki fyrrenn hesi seinastu árini, at læknar eru komnir eftir, hvat bagdi henni og síðani hevur hon fingið tað betri.
Inga Thomassen hevur eina sjúku, sum rakar nøkur fá fólk, men sum ikki øll vísindin vil kennast við: Tað, hon ikki tolir, er kyksilvur, sum tannlæknarnir brúka at fylla í hol í tonnunum.
?Kyksilvurið í tonnunum hevur eitrað allan kroppin og hevur ført eina pínu við sær, sum tað ikki ber til at seta orð á. Men síðani eg fór undir viðgerð í Danmark, hevur tað hjálpt munandi, sigur hon.
Ræðulig pína
Marran hjá Ingu Thomassen byrjaði tá ið hon var 20 ára gomul og gekk við tí fyrsta soninum fyri yvir 30 árum síðani.
?Tað fyrsta, eg merkti, var, at pínan kom so sníkjandi í knøini og í albógvan. Læknarnir hildu, at eg hevði liðagikt og tí fekk eg heilivág fyri at giktapínu.
?Men tað hjálpti onki, tí seinni vísti tað seg, at tað hevði onki við liðagikt at gera.
?Pínan versnaði skjótt og tað gekk ikki leingi, so hevði eg ilt í snøgt sagt øllum kroppinum.
? Pínan var so ring, at eg lá mangan íseingini og skríggjaði av pínu í øllum kroppinum. Frægari løtur vóru inn ímillum, men so kom pínan aftur sum eitt skot.
Áðrenn hetta, hevði Inga Thomassen havt til arbeiðis at vaskað í skúlanum, men tað var ikki hugsingur um at halda fram við tí, so hon mátti halda uppat.
Isolerað
Men sjúkan hevur eisini havt aðrar avleiðingar fyri hana.
?Hendan ræðuliga pínan, bæði í høvdinum og í øllum kroppinum, kom mangan sum eitt skot, meðan eg var í kirkju, ella eg var og keypti, ella á vitjan onkustaðni og so var onki at gera, uttan at rýma beinanvegin.
? Ongin skilti, hví eg uppførdi meg soleiðis, tí ongin visti, hvat bagdi. Avleiðingin var, at eg læt bara vera at fara út og tískil bleiv og meiri og meiri einsamøll. Tað var ikki tað vert at fara út ímillum fólk, fekk eg eitt herðindi, mitt í øllum. Tað forbjóðaði seg eisini mangan at fara út yvirhøvur, tí eitt sjúkueyðkenni var, at hon als ikki toldi ikki kulda.
Hon er eisini blivin ovurviðkvom fyri nógvum sløgum av mati. Margarin, kál, gularøtur, grind, fisk mjólk, ostur, kaffi og nógvur annar matur, er tað reina eitur. Men nú hon hevur fingið greiði á, hvat bagir, er hon farin at keypa vistfrøðiligan mat og tað hjálpir, men á Tvøroyri er ikki stórt úrval av slíkum, men hon fær mangan handilin at bíleggja serligan, vistfrøðiligan mat til sín.
Hon sigur, at bara hon einaferð etur mat, hon ikki tolir, verður hon so sjúk, at hon legst í seingina við pínu.
Hesi herviligu pínuherðindini vardu ofta í fleiri dagar, upp í eina viku og tá lá hon oftani í seingini, tí tað var ikki hugsingur um at sleppa fram.
Hildu eg var sinnissjúk
Ímeðan alt hetta hendi, hevði hon átt trý børn, men maðurin og hon skiltist, so hon stóð mangan illa í tí.
?Tað ringasta var, at tað var ongin, sum dugdi at siga, hvaðani pínan stavaði, hóast eg ferð eftir ferð var hjá lækna.
? Men teir dugdu ikki at finna nakað og kyksilvureitran í tonnunum var ikki nakað, sum var frammi tá. Eg varð send til fysioterapi á sjúkrahúsinum og til aðra viðgerð, men onki hjálpti. Eg fekk eisini heilivág av ymsum slagi og sproytur fyri pínu, men onki hjálpti, tí pínan hevði heilt aðrar orsøkir.
? Tað endaði eisini við, at eg var send til psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, tí tá ið tey onki likamligt kundu finna, hildu tey, at eg var sinnissjúk.
Inga ásannar, at hon var sálarliga sjúk við hvørt, tí onkuntíð var hon so tunglynt, at hon mátti fáa viðgerð.
?Men eg hevði ikki pínu, tí eg var nervasjúk. Eg varð blivin nervasjúk av at hava so nógva pínu av øllum kyksilvureitrinm, sum hópaði seg upp í mær og hevði eitrað allan kroppin.
Hon sigur, at av tí, at ongin fekk sett navn á sjúkuna, fekk hon heldur ikki avlamisrentu, so hon stóð mangan illa í tí og hevði neyvan klára tað, var tað ikki fyri synunum, sum hava hjálpt henni ómetaliga væl.
Tað var ikki,fyrrenn fyri fimm árum síðani, at hon fekk játtað avlamisrentu, so fíggjarliga hevur hon tað frægari nú.
? Eg føli ikki, at eg havi havt eitt veruligt lív, tí eg havi verið so skerd í nógvar mátar. Tað, einasta, sum hevur hildið mær uppi, er at eg havi so lætt sinnalag.
Kom vend í
Inga Thomassen sigur, at tað var ikki, fyrrenn einaferð fyri nøkrum árum síðani, at hon av berari tilvild datt niðuryvir eitt danskt Ekstrablað, at hon raknaði við.
?Har las eg um eina konu, Jette Rosenbaum, ið hevði tað upp á sama máta sum eg. Seinni las eg eisini um somu konu í Familjejournalen.
? Hendan konan hevði havt somu sjúkueyðkenni sum eg og eg fekk varhugan av, at tað kanska var nakað tað sama, sum bagdi okkum báðum.
Tað, sum bagdi henni, var, at hon toldi ikki kyksilvurið í tonnunum og tað hevði gjørt hana at kalla avlamna í fleiri ár og eg fór at hugsa um, antin tað kundi vera tað sama, sum feilti mær.
? Eg setti meg í sambandi við Ekstrablaðið og fekk telefonnummarið hjá hesi konuni. Eg ringdi so til hennara og tá ið vit prátaðu saman og tá ið eg fortaldi henni, hvussu eg hevði tað, ivaðist hon ikki, at mær feilti tað sama sum henni.
?Vit tosaðu saman nakrar ferðir og hon segði, at tá ið hon hoyrdi mína sjúkrasøgu, var sum at hoyra hennara egnu.
Inga Thomassen sigur, at hon tískil setti seg í samband við eina viðgerðarstovu í Danmark, har læknar m.a. fáast við at aveitrað fólk, sum hava kyksilvur í tonnunum.
Har kom hon til kanningar og tað var skjótt, at læknarnir komu til tað niðurstøðu, at hon varð eitrað av kyksilvuri og tóku hana í viðgerð.
Niðurstøðan hjá teimum var, at ?der foreligger tydeliga tegn til kviksølbelastning og al god grund er til behandling derefter?. Teir mæltu eisini til, at kyksilvurfyllingar vórður tiknar burtur og at tennininar vórðu fyltar aftur við øðrum tilfari.
?Hetta eru nú nøkur ár síðani, men tey gjørdu mær eisini greitt, at tað fór at taka sína tíð, tí tað er ikki sum at siga tað, at fáa rættlag í kroppin aftur, eftir at hann hevur verið støðugt eitraður í yvir 30 ár. men tað gongur framá í hvørjum og tilveran verður alsamt lættari.
Allar fyllingarnar í tonnunum eru eisini skiftar og holini fylt við øðrum tilfari ístaðin.
Tað eru nú sjey ár síðani, at Inga varð niðri fyrstu ferðirnar. Tey fyrstu árini var hon tvær ferðir niðri, men hesi seinastu árini, hevur hon bara verið einaferð.
? Tað hevur kostað nógvan penging, men synirnir hava hjálpt mær nógv, so at eg havi havt ráð til tað, sigur hon.
Hon hevur eisini meldað eg inn í danska felagið ?Foreningen mod skadeligt dentalmateriale?, haðani hon m.a. fær limablaðið nakrar ferðir um árið.
Inga Thomasen heldur avgjørt, at læknar og tannlæknar skuldi verið skjótari at viðurkent, at tað eru ikki øll, sum tola kyksilvur í tonnunum og at hetta kann verða ein álvarsligur heilsuligur trupulleiki hjá teimum, sum ikki tola tað. Hon sigur, at tíverri er tað framvegis bæði læknar og tannlæknar, sum ikki vilja viðurkenna hetta sum eina sjúku.
Eitt herróp hjá omanfyrinevnda ?foreningen mod skadeligt dentalmateriale?, er ein spurningur um kyksilvur bara er eitrandi í natúruni, men ikki í munninum á fólki.
Tað, sum sipað verður til, er, at kyksilvur skal viðfarast sum vandamikið burturkast, eisini í Føroyum, her tað skal í tann grøna posan hjá IRF.
Inga Thomassen sigur, at hóast hon hevur fingið tað nógv betri, síðani hon kom undir læknahond á hesum viðgerðarstovuni í Danmark, er hon greið yvir, at tað er langur vegur eftir, til hon fær tað gott. Men hon er við gott mót og fer aftur til Danmarkar seinni í ár at fáa viðgerð.