- Hetta hoyrir rætt og slætt ongastaðni heima.
Jenis av Rana staðfestir, at hann hevur ikki álit á Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, so leingi hann ikki vil leggja allar upplýsingar um avtaluna við eitt privat felag um at fíggja, gera og reka Eysturoyartunnilin.
- Grundleggjandi trupulleikin er, at landsstýrismaðurin roynir at dylja sáttmálan við tað privata felagið og tað hoyrir rætt og slætt ongastaðni heima.
Jenis av Rana heldur, at Kári P. Højgaard fer longur og longur út á eina glíðibreyt.
- Fyrst dylir hann sáttmálan við danska felagið og síðani roynir hann at dylja nýggjastu metingarnar frá Landsverki um, hvussu nógv dýrari ein privatur tunnil enn er ein almennur tunnil.
- Tað er óneyðugt at elva til misnøgd og ótta við slíkari framferð, sigur Jenis av Rana.
- Í politisku skipanini hevur einki so stóran týdning sum opinleiki og er nakað, sum ikki tolir at verða alment, er okkurt galið.
Má gerast
Annars staðfestir Jenis av Rana, at Eysturoyartunnilin skal gerast.
Men hann heldur, at nú verður neyðugt at gera eina óhefta kanning av tunlinum.
- Vit mugu fáa ein óheftan arbeiðsbólk, helst ein búskaparfrøðing, ein løgfrøðing og ein verkfrøðing at meta um málið og at gera eina meting av, hvat loysir seg best samfelagsbúskaparliga, ein privatur tunnil, ella ein almennur tunnil.
Les fleiri greinar um sama evni.
Jenis av Rana hevur sostatt ikki gjørt upp við seg sjálvan um tunnilin skal vera privatur ella almennur.
- Tað sum hevur alt avgerðandi týdning fyri, hvussu eg fari at atkvøða, er hvat loysir seg best fyri samfelagið.
- Tað er eingin ivi um, at tunnilin skal gerast. Men vit hava ikki ráð til at at lata milliardaupphæddir fara av landinum óneyðugt, um so er, at tað loysir seg betri fyri samfelagið at hann er almennur, sigur formaður Miðfloksins.
- Vit mugu hava so frægt vit og skil, at kanna báðar møguleikarnar væl og virðiliga og í hesum sambandi mugu vit sjálvsagt hava fult innlit í sáttmálan við tað privata felagið.
Hinvegin skilir hann heldur ikki, hvussu løgmaður og landsstýrismaðurin í innlendismálum kunnu koma til ta niðurstøðu, at upplýsingarnir hjá Landsverki ongan týdning hava í málinum.
- So hástórur ber ikki til at vera. Vit áttu ikki at sett spurnartekin við tað, Landsverk sigur. Hann er komin til ta niðurstøðu, at ein privatur tunnil er nógv dýrari enn ein almennur tunnil og tað kunnu vit ikki skúgva til viks og kalla tað týdningarleyst, sigur Jenis av Rana.
Hann heldur eisini, at tað er serstakliga óheppið, at bara nøkur fá feløg í Danmark eru boðin at bjóða upp á Eysturoyartunnilin.
Hann vísir á, at bæði í Noregi og aðrastaðni eru eisini sterk feløg, og har hava tey eisini drúgvar royndir í at gera tunlar.
- Tað er er ikki gott samráðingarkynstur, at ikki fleiri feløg sluppu upp í part, sigur Jenis av Rana.
Jenis av Rana hugsar eisini nógv um treytirnar hjá privata tunnilisfelagnum um, at landið má ikki gera íløgur í samferðslukervið, sum broyta fortreytirnar fyri tunlinum. Tað merkir, at landið bindur seg til ikki at gera tunlar, vegir, ella hvat tað skal vera, sum egga bilum at koyra uttanum tunnilin.
- Hetta er ein einkarrættur, sum kann vara í heili 50 ár. Hugsa vit okkum 50 ár aftur í tíðina, til 1963, er hetta árið, fyrsti tunnil í landinum, Hvalbiartunnilin, varð tikin í nýtslu. Og hugsa vit so um allar útbyggingarnar, sum eru gjørdar síðani, er tað øllum greitt, at í samferðsluhøpi eru 50 ár ómetaliga long tíð og alla hesa tíðina eru møguleikarnir hjá landinum at byggja út, avmarkaðir, verður Eysturoyartunnilin privatur, sigur Jenis av Rana.










