Ígjár framdi 34 ára gamla Hope Solo, sum verjir málið hjá amerikanska kvinnulandsliðnum í fótbólti eitt bragd, sum hvørki nakar maður ella kvinna hevur framt áður í fótbóltssøguni.
Tá Hope Solo spældi sín landsdyst nummar 194 fyri USA á Soldier Field leikvøllinum í Chicago, tá USA vann 1-0 ímóti Suðurafrika var talan um um landsdyst nummar 100, har Hope Solo helt málið reint, og tað er eitt heimsmet, sum vil nakað.
Amerikanska kvinnulandsliðið leggur nógv fyri, fyri at kunna vinna gull í teimum olympisku summarleikunum í Rio í Brasil, og var dysturin ímóti Suðurafrika ein liður í fyrireikingunum til olympisku fótbóltskappingina.
Aftaná dystin var Hope Solo stórliga fagnað av sínum liðfeløgum, og av áskoðarunum. Tí er tað nakað, sum amerikumenn elska, so eru tað hagtøl og met.
Hope Solo spældi sín fyrsta landsdyst fyri USA í árinum 2000. Hon er ótrúliga fegin og stolt um at verða tann fyrsti fótbóltsmálverjin yvirhøvur, ið fremur hetta roysnið í landsliðsfótbólti.










