TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Barbara Holm gjørdi í beinleiðis sending á Rás2 frá summarfestivalinum, har hon prátaði við Erik Biskopstø, oddamann hjá summarfestivalinum.
Veðrið má ráða sær, og fyrireikararnir hava verið noyddir at rigga av á Vágsbøi, og summir konsertir verða fluttar inn í badmintonhøllina. Burtursæð frá veðrinum í dag heldur Erik Biskopstø, at tað hevur gingið væl við summarfestivalinum. Stórur spenningur var um Roxette, og burtursæð frá ljóðinum í byrjanini heldur Erik talan verða um eina minniliga konsert á summarfestivalinum.










