Hergeir Nielsen, løgtingsmaður hevur heitt á Finnboga Arge, landsstýrismann í samferðslumálum, Finnboga Arge, um at gera nakrar ábøtur umborð á Smyrli.
Løgtingsmaðurin sigur, at fyrr sigldi handverkari við Smyrli, men at tað sæst aftur, at hann ikki er við longur.
M.a. klaga fólk um, at loftútskiftið og hitaskipanin inni á kømurunum virkar ikki, so at tey fáa krím av at verða inni. Hurðalásini á fleiri wc´um eru brotin.
Somuleiðis hevur hann heitt á landsstýrismannin um at fáa fleiri sitipláss umborð á Smyrli. Tað kann gerast við at kømurini í miðjuni niður, ella í hvussu so er lata tey upp, so at fólk sleppa at leggja seg. Hann heldur ikki, at tað er neyðugt at taka koyggjurnar niður, hóast veggirnir verða tað, tí tað kemur væl við hjá fólki at sleppa at leggja seg.
At enda hevur hann víst á, at tað skapar ikki fleiri inntøkur at kafeteria og kiosk fleiri kvøld verða latin aftur út ímóti ein tíma áðrenn skipið kemur leggur at.
Hergeir Nielsen sigur, at alt hetta eru ábøtur, sum ikki kosta nakað serligt, hóast tær hava stóran týdning fyri tey ferðandi.
Løgtingsmaðurin sigur, at landsstýrismaðurin hevur lovað at hugsa um hetta.