Veteranur
Tað vóru mong, sum høvdu hug at smílast, tá tað frættist úr HB, at teir høvdu grivið onkra gamla fyrstudeildarkempu fram aftur í royndunum at steðga ringu gongdini hjá liðnum.
Millum hesar var fyrrverandi stórskjúttin hjá liðnum, Gunnar Mohr, og ikki minst var tað hetta, sum fekk smílini fram. Hvat skuldi ein 38 ára gamal, sum ikki hevði spælt á hægsta stigið síðani 1997 gera á liðnum, sum annars tykist hava lagt eina nýggja og yngru linju.
Pausa
Tvær ferðir hevur Gunnar nú verið á vøllinum, og hóast HB hevur tapt báðar ferðir, so munnu smílini vera horvin. Tvey mál í tveimum dystum hevur úrtøkan hjá fótfima álopsmanninum verið, spurningurin tykist nú vera, um tað ikki var ov tíðliga, tá Gunnar í ?97 stillaði gaggurnar á hillina.
- Eg gavst ikki. Eg havi bara havt eina pausu, var skjóta svarið frá Gunnari, tá vit eftir dystin í Gøtu settu honum spurningin.
Møðin eftir 45 harðar var sjónlig eftir dystin, men Gunnar kundi tó ikki lata vera við at iðra seg um, at talan aftur var vorðin um eitt tepurt tap.
- Tað er bara soleiðis, tá tað gongst illa. Tú stendur alla tíðina við rygginum móti múrinum, og sjálvt um vit stríddust væl í dag, so er tað bara óluksáliga ringt at reisa seg aftur.
- Óhappini tykjast heldur ikki at taka nakran enda, og aftur í dag mugu vit síggja tveir mans fara av vøllinum.
Spurdur, um tað er nakað annað, sum HB-liðið kanska kann gera, til tess at venda gongdini, sigur Gunnar, at tað er helst ikki.
- Vit máa bara fáa hetta árið aftur um bak, og so byrja av nýggjum til komandi kappingarár, sigur álopsmaðurin, sum tó neyvan fer at verða á vøllinum aftur til ta tíð.