Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin á Strondum saman við pápa mínum og børnunum. Somuleiðis plagar beiggi mín við familju at vitja um jólini. Eg havi ongantíð hildið jól aðrastaðni.
Tað sigur Eivind Jacobsen.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Vit eta dunnu og rísingreyt omaná, og børnini bíða eitt sindur ótolin eftir jólapakkum.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Eg havi einki jólaynski - uttan kanska, at tað verður hampiligt veður á jólum.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Vit eiga at minnast, at Jesus varð føddur. Vit eiga at geva okkum tíð til familju, vinir og kenningar, sigur Eivind Jacobsen.











