Í summar hevur verið nakað av stíði ímillum teir, sum royna eftir hummara á Árnafirði og Bakkafrost, eftir at Bakkafrost fekk longt sítt aliloyvi á firðinum, tó á nýggjum stað.
Hummaraveiðumenninir hava ákært Bakkafrost fyri at oyðileggja vistfrøðina og livikorini á botninum í Árnafirði, meðan Bakkafrost hevur vart seg við, at tað ikki er alingin, sum er atvoldin at ringa standinum, sum botnurin hevur verið í í summar.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, fer nú at taka málið upp í Løgtinginum og hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum tríggjar spurningar um støðuna í Árnafirði.
Spurningarnir eru hesir:
1) Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um tað eru ásetingar, tá ið aliloyvir vera givin, um hvussu stóra mongd av laksi loyvt er at ala, á einum ávísum firði ?
2) Kann landsstýrismaðurin upplýsa, í hvønn mun, Heilsufrøðiliga Starvsstovan ferð at fylgja tilmælinum frá umhvørvisstovuni, viðvíkjandi at flyta alingina longur út á fjørðin og at strikað aliøki inni á firðinum í Árnafirði ?
3) Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um ætlanin er at taka atlit til teir, sum royna eftir hummara í Árnafirði og hvussu hetta verður gjørt, í samband við áseting av treytum tá ið omanfyrinevnda aliloyvið verður endurnýggja ?
Eyðgunn Samuelsen vísir í sínum viðmerkingum á, at Umhvørvisstovan hevur mælt til at flyta aliøkið hjá Bakkafrost longur út á fjørðin, har sjógvútskiftið er størri og at aliøkið inni á fjørðinum verður strikað, um alingin verður flutt longur út.
Eyðgunn Samuelsen sigur í viðmerkingunum, at tað kundi verið áhugavert at fingið upplýst, um nakrar metingar eru av, hvussu stórar mongdir tað er ráðiligt at ala á einum øki, sum hesum í Árnafirði og ikki minst, um aliloyvið inniheldur ásetingar um mest loyvdu mongd av alifiski á økinum. Hon sigur, at ivaleyst ávirkar loyvda mongdin av alifiski á einum øki, hvussu er við dálking og súrevnisnøgdini á ávísa firðinum.
- Hetta málið snýr seg bæði um atlit til umhvørvi og atlit til aðra vinnu á staðnum. Fyri at kunna staðfesta í hvønn mun atlit verður tikið til hesi bæði, tá ið eitt aliloyvi verður endurnýggjað, vera hesir spurningar settir, sigur Eyðgunn Samuelsen.