Hans Jacob Debes
????????????????????
Ríð tær ikki so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stendur Grimhild
við so mangan mann.
Emil Thomsen hevur gjørt enn eitt bragd. Hann hevur givið ella gevur út ?Føroya kvæði?, tey fyrstu 2o av 40. Alt er ikki komið enn; men tað kemur. Í skreytútgávu. Hetta er Føroya tjóðskaparverk, sum Emil hevur fingið lív afturí. Og tað er samstundis við til at fáa lív aftur í tjóðskapin. Eingin hevur kveikt lív aftur í hann, sum júst Emil, saman við øllum øðrum, hann er komin við. Tað man vera øllum kunnugt. Tað er ikki løtuverk at fara undir eina nýggja útgávu av Føroya kvæðum. Hvat var føroysk mentan uttan tey? Og málið? At duga at taka til eitt kvæðaørindi í rættum tíma, eisini tað var og er føroysk mentan - um tað so var triðja morgun. Og so at fara undir hetta vakra stórverk á 86. aldri - ja, tað er beinleiðis ótrúligt, og byggir á eitt áræði, sum fáur á foldini hevur havt.
Úr Fororðinum
?Nú FØROYA KVÆÐI koma út sum fólkaútgáva, er eitt ynski, sum BÓKAGARÐUR leingi hevur havt í hyggju at fremja, vorðið veruleiki. Tiltakið var fyri nøkrum árum síðan komið væl áleiðis, men tá ið fíggjarkreppan lamdi samfelagið, kom steðgur í. Ætlanin var kortini ikki slept, og nú vónin aftur birtist um frægari tíðir fyri land og fólk hevur BÓKAGARÐUR gjørt av at fremja ætlanina.?
Stórætlan
Hetta er stórætlan. Helst tann størsta í Føroyum nakrantíð. Hetta er ikki at ríða niðarlaga.
Tað ber ikki til at taka bók fyri bók, tá ið meira enn tjúgu eru komnar. Tað ber heldur ikki til at taka kvæði fyri kvæði og er helst heldur ikki neyðugt.
Tó, tað er hugtakandi at síggja og lesa allar variantarnar av sama kvæði. Hetta vísir individualitetin í føroyskum kvæðaskaldskapi. Júst tí at hann var borin á manna munni, oyggj úr oyggj, bygd úr bygd.
Innsavnarar
Allar kvæðaútgávur mugu byggja á innsavningar hjá Svabo, Jóhannes Í Króki og allar hinar, systematiseringina hjá Svend Grundtvig og niðurskrivingina hjá svági hansara Jørgen Bloch, ?Corpus Carminum Færoensium?.
Tað mátti av sonnum vera ein fundur, at Emil fekk fatur á læraranum og sálarfrøðinginum Dánjali Niclasen, ættaður úr Kunoy, ivaleyst kann kønasti í hesum kunnleika.
Dánjal í Kunoy hevur skrivað ein lærdan inngang til hvørt kvæði. Hetta er stórarbeiði, sum má hava tikið nógv tíð. Alt er so væl granskað og so væl skrivað. Spell, at Dánjal ikki slapp at síggja hesa snotuligu útgávu.
Í dag granskar eingin kvæði og kvæðasøgu líka so lítið sum nakað annað. Ið hvussu er sæst einki úrslit av nakrari gransking. Einki um aldur kvæðanna og um málið í teimum, eisini eftir aldri.
Lívsvísdómur
Kvæðini eru full av lívsvísdómi, sum ikki er føroyingum fremmandur.
Tað ber ikki til at taka nakran serligan vísdóm burtur úr hesum velduga verki, sum ikki verður lisið eftir fáum døgum. Serliga variantarnir eru ikki altíð lættir at halda hvør frá øðrum.
Útgávan er ikki liðug enn. Fleiri bind eru eftir.
Um Emil ikki hevði havt annað gjørt, sum hevði hetta stórverk verið ein varði í sjálvum sær.
Ein mentunarhetja Føroya
Emil Thomsen er einki minni enn ein tjóðskaparlig mentunarhetja. Hann hevur offrað sítt lív fyri føroyska mentan, og tað má sigast at hava eydnast væl. Favnar av tí besta, til er er komið av føroyskum bókaverkum.
Eg trúgvi aldri, at pengar hava drivið hann í hetta velduga verk. Heldur tjóðskaparlig idealisma.
Emil og Tívil
Men verður talt saman, og tungt er at telja segði Tívil, so hevur Emil útgivið út við 400 umsetingar og um leið 300 bókaheiti. Samantalt telur hetta út við eina millión.
Eingin livir ævinliga. Men Emil má fáa ein minnisvarða. Helst ikki ov langt frá skyldmanni hansara Nólsoyar-Pálli.