Ungi maðurin, sum í dag varð varðhaldsfongslaður í tvær vikur í harðskapsmálinum í Skopun, hevði ein treytaðan dóm hangandi yvir sær. Hetta kom fram í Føroya Rætti í dag.
Hann varð í novembur í fjør dømdur 60 daga treytaða fongsulsrevsing, við eini royndartíð í tvey ár, fyri annað harðskapsmál, framt í mars í fjør.
Í Føroya rætti í dag var hann skuldsettur fyri harðskap í tveimum førum, fyrst móti einum umboði fyri Sea Shepherd leygarkvøldið, og seinni um kvøldið móti einum øðrum unglinga í dansi í Virkinum á Sandi. Skuldsetti játtaði seg sekan, men var tó ikki samdur við frágreiðingini hjá ákæranum.
Fyrra málið er sonevnda harðskapsmálið í Skopun. Ákærin segði, at ungi maðurin hevði gjørt seg inn á ein lim hjá Sea Shepherd. Hann hevði møtt upp hjá Sea Shepherd umboðunum, sum hildu vakt í Skopun, bukað á rútin og so opna hurðina hjá bilføraranum. Ákærin segði, at hann síðani hevi sligið mannin við knýttum neva, síðani drigið hann úr bilinum og sligið hann einaferð afturat.
Hesum noktaði skuldsetti. Hann hevði ikki sligið mannin, meðan hann sat í bilinum, ei heldur hevði hann drigið viðkomandi úr bilinum.
Sambært skuldsetta var hann á veg heim av Sandi, tá hann sá Sea Shepherd bilin og var østur upp av honum. Hann var tí farin at tosa við Sea Shepherd-umboðini, um tilburðin á kaiini í Skopun fyrr í summar. Hann opnaði bilhurðina, men noktaði, at hann hevði drigið nakran úr bilinum. Sea Shepherd-umboðini høvdu tó bara flent at honum, og tá var tað, at ungi skopuningurin gjørdist illur. Fyrst skumpaði skopuningurin mannin, men tá hesin kom móti honum aftur, sló hann hann í andlitið tvær ferðir. Skuldsetti sigur, at hann kom til sín sjálvs eftir hetta, og bað beinanvegin Sea Shepherd-umboðið um umbering. Síðani kemur pápi hansara eftir honum, teir biðja báðir um umbering og fara síðani heim.
Ungi maðurin bedýrar tó fyri rættinum, at maðurin hevði ein skaða í andlitinum áðrenn hann sló, og at einki sæst á viðkomandi, tá teir skiltust.
Seinni á kvøldi er dansur í Virkinum á Sandi. Tá er aftur galið hjá unga skopuninginum. Ein vinmaður er áhaldsin og dettur oman yvir gentuna hjá skopuninginum, sum fær ilt. Ungi skopuningurin er akkurát komin til, og langar út eftir vinmanninum. Ikki varð slagið hart, sigur hann, men væl var rakt, tí vinmaðurin mátti til lækna og fekk tvær pentur í eygnabrýrnar.
Aftur hesuferð kom pápin eftir dreinginum og koyrdi hann heim. Morgunin eftir bað hann vinmannin um umbering fyri hendingina. Hann mintist ikki heilt hvat hendi, av tí at hann hevði drukkið nógv.
Seinnapartin sunnudagin varð maðurin handtikin. Sambært politinum hevði hann tá eina promillu upp á 1,87. Skuldsettii sigur, at hann hevði drukkið síðani fríggjakvøldið, og at hann, beint áðrenn politiið kom, hevði drukkið tríggjar øl og ein hálvan sjuss.
Annars kom fram í rættinum í dag, at óvissa enn valdaði um, hvussu illa umboðið hjá Sea Shepherd var komið til skaða. Hvørki Føroya Rættur, ákærin ella verjin høvdu fingið nakra læknaváttan og høvdu einans frágreiðingina frá avhoyrinum at halda seg til, har sagt varð, at fingurin allarhelst var farin úr lið.
Dómarin dømdi skuldsetta varðhaldsfongslaðan í tvær vikur.
Dómarin segði, at skuldsetti hevði brotið treytirnar fyri treytaða dóminum. Tað var grundaður mistanki um, at hann var sekur í hesum nýggju harðskapsmálunum, sum hann eisini sjálvur hevði játtað seg sekan í.
- Dómarin gav tær ein nýggjan møguleika seinast, men tú tók ikki av, segði dómarin at enda.
Avgerð dómarans rakar unga mannin hart. Hann hevði júst fingið tjans við skipið, men missir nú hendan, tá hann má inn at sita. Harumframt fer genta hansara av landinum hósdagin, men nú sleppur hann ikki at vera saman við henni seinastu dagarnar.