Maðurin varð avhoyrdur seinnapartin, og aftana á avhoyringina gjørdi ákærin av at lata hann leysan. Hann er tó framvegis skuldsettur fyri hóttan
Á løgreglustøðini í Havn verður sagt, at avgerðin at lata mannin leysan bleiv millum annað tikin út frá einari læknaligari meting av teirri persónligu støðuni hjá manninum.
Løgreglan sigur, at maðurin hevði ein knív uppi á sær, tá han bleiv tikin, og hann hevur løgreglan lagt hald á.
Maðurin, sum er um 20 ára aldur, bleiv tikin um tveytíðina í nátt, tí hann hevði hótt við at gera av við ein mann, sum hann var farin at leita eftir. Tað eydnaðist honum kortini ikki at finna mannin, áðrenn hann bleiv tikin.