- Hevði fleiri stórfeløg at velja ímillum

Fyrsta samrøðan er gjørd við Memphis Depay eftir væntaða skiftið til United.

Fyrr í dag gjørdist tað greitt, at hollendski landsliðsleikarin hjá PSV Eindhoven, Memphis Depay, skiftir til Manchester United fyri áleið 250 milliónir krónur. Skiftið er treytað av, at hann klárar læknakanningina í enska felagnum.


Í samrøðu við SEG Football í dag avdúkar Memphis Depay, at fleiri stórfeløg vóru eftir honum, men at hann nú hevur valt sær dreymafelagið.


- Tað hevur verið ein spennandi og hendingarrík tíð, og at verða noyddur at velja ímillum so nógv stórfeløg hevur ikki gjørt tað lættari. Fyri meg er Manchester United eitt dreymafelag, so eg havi ikki havt tørv á at verið yvirtalaður av teimum, sum longu spæla í felagnum, sigur Depay.


Les eisini: Stjørnuspælari til Manchester United


- Teir hava tó sagt mær frá góðum tingum, og eg gleði meg til at spæla við mínum hollendsku vinmonnum og øðrum góðum leikarum í Manchester United. At arbeiða saman við Louis van Gaal aftur er ein stórur síðuvinningur, sigur hann.


Tað var júst Louis van Gaal, sum fyri tveimum árum síðani gav Memphis Depay møguleikan á hollendska landsliðnum.