Tað sigur skiparin á Smyrli í samrøðu við Dimmalætting.
Tað eru bara tær tríggjar støðirnar hjá Effo í Suðuroyar, sum framvegis hava bensin til sølu, og tí eru nógv fólk komin norðanífrá at keypa bensin. Men tá tað bara er loyvt at flyta bensin í góðkendum tangum, so sleppa fólk ikki at stórar dunkar við bensini umborð á Smyril. Bensin er sera eldfimt, so Strandferðslan er sera ansin.
Tá ið Smyril skuldi av Krambatanga til Havnar í morgun, kannaði manningin nakrar bilar og í tí eina bilinum hevði bilførarin bunkrað bensin í plastposar at hava við sær til Havnar.
##med3##
Niels Harald Michelsen, skipari Smyrli, sigur við Dimmalætting, at til alla lukku fann manningin teir og fekk beint teir burtur eftir forskriftunum.
Lesið meira á dimma.fo
##med2##