Kanska løgreglan bjargaði fleiri mannalívum, tá hon skeyt mannin, sum koyrdi hvíta lastbilin, sum drap yvir 70 fólk í franska býnum Nice um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið.
Talið av deyðum veksur áhaldandi í franska býnum Nice, eftir at ein maður í einum lastbili um hálvgum tólvtíðina koyrdi beint inn í eina mannamúgvu á gongugøtuni við við strondina í býnum.
Minst 70 fólk eru deyð av løstunum, váttar Christian Estrosi, borgarstjóri í Nice.
Keldur í løgregluni siga, at 73 fólk eru deyð, skriva fronsku bløðini Le Figaro og Nice Matin.
Tann, ið verður hildin at verða illgerðarmaðurin, doyði, tá løgreglan skeyt eftir hvíta lastbilinum, hann koyrdi.
Enn er ógreitt, hvat motivið mundi vera, men sambært borgarstjóranum í Nice, var lastbilurin fyltur við vápnum og granatum, skrivar AP tíðindastovan.