Hevði væntað at skula møta Portugal ella Ungarn

(EM 2016 - Kykmynd) Roy Hodgson staðfestir, at íslendingar verja væl, og arbeiða hart fyri hvørjum øðrum

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eina samrøðu, sum YouTube rásin hjá enska fótbóltssambandinum, FA hevur gjørt við Roy Hodgson, høvuðsvenjara hjá enska landsliðnum.

 

Roy Hodgson viðgongur, at hann sat á gistingarhúsinum mikukvøldið og hugdi eftir dystinum millum Portugal og Ungarn í sjónvarpinum, og tók notatir, tí hann væntaði at skula møta øðrum av teimum báðum liðunum.

 

Hjálparvenjarin, Gary Neville var tó og hugdi eftir dystinum millum Ísland og Eysturríki á Stade de France leikvøllinum í París, og hann tók notatir á staðnum.

 

Roy Hodgson sigur, at hann kennir íslendska landsliðsvenjaran, Lars Lagerbäck sera væl, og veit hvat hann stendur fyri. Roy Hodgson staðfestir, at íslendska liðið verjir sera væl, og hann heldur, at íslendsku spælararnir arbeiða hart fyri hvørjum øðrum.

 

Í samrøðuni greiðir Roy Hodgson eisini frá hvussu Ongland fyrireikar seg til dystin ímóti Íslandi, sum verður spældur í Nice, mánakvøldið klokkan 20.