Hevði skift fimm spælarar í steðginum um møguligt

(Rás2) Skotski høvuðsvenjarin hjá TB/FCS/Royn var ikki nøgdur við avrikið hjá sínum monnum ímóti HB

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá TB/FCS/Royn, Maurice Ross aftaná Maurice hevði sæð sínar menn tapt 1-3 ímóti HB á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

Maurice Ross var sera ónøgdur við avrikið hjá TB/FCS/Royn í fyrra hálvleiki, tá HB var á odda 1-0: - Hevði eg kunnað skift fimm spælarar út, so hevði eg gjørt tað, segði ein bersøgin Maurice Ross.

 

Maurice Ross ætlar tó skjótt at leggja dystin afturum seg, og fer nú at fokusera uppá heimadystin ímóti NSÍ, sum verður komandi leygardag.