Hevði ongan hug at fara heimaftur

Føroyar eru eitt deiligt land. Tað heldur 13 ára gamli italski drongurin, Riccardo Manfredi, sum hevur verið her í 14 dagar og hugurin at fara heim aftur var lítil

Riccardo dugir ikki at finna upp á nakað keðiligt at siga um Føroyar.

Sjálvt veðrið er fínasta slag, heldur hann.

- Her er kaldari enn eg eri vanur við. Men tað er fínt, tí eg vil heldur hava tað í kaldara lagi enn í heitara lagi. Heima hjá okkum í Italia eru eini 30 hitastig nú og tað er alt ov heitt.

Í tvær vikur hevur 13 ára gamli italski drongurin, Riccardo Manfredi, verið summargestur í Sandsvík.

Tá ið Sosialurin hitti hann dagin fyri, at hann skuldi heimaftur, var hann ikki í iva.

- Tað besta við at vera er, er, at tað er so friðarligt.

- Og tað ringasta er at fara avstað aftur, legði hann afturat.

Áðrenn Riccardo visti púra onki um Føroyar, áðrenn hann kom higar.

Men heilt ókendar vóru Føroyar kortini heldur ikki, tí hann hevði hoyrt um, at Italia hevur spælt fótbólt ímóti føroyingum og annað enn tað visti hann ikki.


Triðju ferð

Saman við seks øðrum 13 ára gomlum drongjum og gentum úr Italia, hevur Riccardo verið á altjóða barnalegu, har tvær tær fyrstu vikurnar eru í Føroyum og tær báðar seinnu vikurnar eru í Italia.

Við á leguni eru eisini sjey dreingir og gentur úr Føroyum, øll 13 ára gomul.

Ímeðan tey eru her í Føroyum, búgva tey fyri tað mesta heima hjá einum av teimum føroysku leguluttakarunum og nú legan heldur fram í Italia, búgva tey føroysku børnini heima hjá luttakarunum í Italia.

Tað verður gjørt, tí eitt endamál við leguni er, at børnini skulu læra um mentan og familjulív hjá hvørjum øðrum.

Og soleiðis endaði hesin fryntligi italiudrongurin í Sandvík har hann tað mesta av tveimum vikum búði heima hjá javnaldrinum, Eyðfinni Jensen.

Nú er alt ferðalagið so farið til Italia, har Eyðfinnur so skal búgva heima hjá Riccardo og teimum tað mesta av tveimum vikum.

Riccardo er ikki ókendur við virksemið hjá CISV, tí mamma hansara, sum er lærari, hevur verið virkin í felagsskapinum. Pápi hansara er politistur.

Og hetta er triðju ferð, at hann er á altjóða barnelegu. Einaferð var hann í Italia, einaferð var hann í Noregi og nú er hann endaður í Føroyum.


Gongur seinni

Hann býr í Gradisca heilt norður í Italia beint við markið til slovenia.

Hann sigur, at Gradisca er eitt lítið pláss, tí har búgva bara 7000 fólk.

Vissi hann kallar Gradisca fyri eina lítið pláss, hvat heldur hann so um at vera í Sandvík, her tað bara búgva eini 110 fólk?

- Her er fínt at vera, tí her er so friðarligt og vakurt og tað fellur slíkur friður á meg at vera í Sandvík.

- Her í Sandvík gongur seinni enn heima og tað dámar mær.

Hann hevur als ikki kedd seg, tí tey hava sæð nógv í Suðuroy og annars dámar honum bara at spæla og vera úti.

Riccardo er rættiliga stinnur í enskum og tað er Eyðfinnur eisini, so tað er ongin trupulleiki skilja hvønn annan.

Og skuldi tað knípt onkuntíð við tí málsliga kunnu fingrar og armar altíð brúkast stuðla uppundir tað, ið sagt verður.

Riccardo sigur, at honum dámar so væl í Føroyum, at hann tímir als ikki avsað aftur, tí her er so gott at vera.

Men har er onki at gera og Riccardo er eisini spentur upp á at vísa Eyðfinni, hvussu hann býr og hvat hann tekst við í frítíðini.

Og tað er ikki so nógv øðrvísi enn tað, føroyskir dreingir gera, tí teir eru úti, sparka og spæla, hava vinmenn og annars eitt telduspæl nú og tá.

Bæði Eyðfinnur og Riccardo eru sannførdur um, at teir fara at hava samband við hvønn annan eftir at legan í Italia er endað og hvør er farin aftur til sítt.