Hevði mist lívið av trúnni

Afghanin Abdul Rahman, sum valdi at taka við kristn­ari trúgv, vil vera við, at hevði hann ikki sloppið úr heim­landinum, hevði trúar­skiftið kostað honum lívið. Abdul Rahman var ákærdur fyri at hava vent islamsku trúnni bakið, men eftir áheitan frá pávanum og ST varð hann latin leys­ur.
Mikunáttina varð hann smuglaður út úr Af­ghan­istan til Italia, har hann býr á einum loyniligum staði. Í gjár fingu italsk tíðindafólk høvi at tosa við hann, og tá nýtti Abdul Rahman høvi til at takka pávanum fyri hjálpina. Hann var heldur ikki í iva um, at pávin og ST høvdu bjargað lívi hans­ara.
 Eg eri vísur í, at teir høvdu gjørt av við meg. Ert tú annað enn muslimur í einum muslimskum landi, verður tú tikin av døgum, segði hann við tey italsku tíðindafólkini.
Benadikt pávi XVI sendi tann 23. mars afghanska for­setanum, Hamid Karzai, eitt bræv við áheitan um at sleppa rættarmálinum ímóti Abdul Rahman. Tað sama gjørdi ST, og italska stjórnin hevur játtað honum friðskjól í Italia.