- Eg væntaði aldrin, at eg fór at vera tann yngsta nakrantíð, ið tók sæti á tingi. Tað lá slett ikki í mínum tonkum. At sita á tingi er ein stór ábyrgd, og tá ger aldur ongan mun. Tú kanst vera eins ábyrgdarfull sum 50 ára gomul, sum tá tú ert 19 ára gomul,
Tað sigur 21 ára gamla Kristina Heðinsdóttir Clementsen, sum fyri tveimum árum síðan gjørdist yngsti persónur nakrantíð, ið tók sæti á tingi, tá hon sat eina viku á tingi sum varafólk hjá Tjóðveldi.
Síðan tá er hon byrja upp á lestur í Keypmannahavn, men tá boð vóru aftur eftir henni í heyst, var hon ikki eina løtu í iva um hvat hon skuldi gera.
- Tá ið tú velur at bjóða teg fram, so hevur tú eina skyldu at fylgja við og vera dagførd við tí politiska. Ikki tí eg eri politikari, men møguleikin er har, at eg verði biðin at møta á tingi og taka týðandi avgerðir. So eg vænti ikki, at eg hevði klárað at sagt nei. Sjálvt um man ikki er inni í øllum viðurskiftum, so er tað altíð okkurt í næstan øllum málum, ið tú brennur fyri. Hesa ferð vóru eisini viðkomandi evnir, ið eg havi givið mítt íkast til, sigur Kristina Heðinsdóttir Clementsen.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Kristinu Heðinsdóttir Clementsen í mánadags-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.