Hevði ikki aldur at koyra bil

Hóast aldursmarkið at koyra bil er 18 ár í Føroyum, so eru tað nøkur, ið ikki klára at standa móti freistingin, men taka kjansin og koyra sær onkrar biltúr áðrenn tey hava aldur og koyrikort til tað.


Løgreglan hevði ein slíkan tilburð í nátt, tá teir um fýra tíðina steðgaði einum bili í Eysturoynni, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.


- Tað vísti seg, at gentan, ið koyrdi bilin, einans var 17 ára gomul, og hevði tískil ikki aldur at koyra bil, sigur vakthavandi.


Ungi bilførarin fær tískil eina bót fyri at koyra uttan koyrikoyrt.