Hevði hassj í maganum

Við flogfarinum mánadagin kom ein 33 ára gamal íslendingur, sum hundurin hjá tollvaldinum vísti áhuga.
Í undirbuksunum hjá manninum varð funnin ein minni nøgd av hassji, men politiið var sannført um, at tað ikki varð alt.
Tað vísti seg, at meira varð krógvað innvortis, og mikudagin varð samlaða nøgdin gjørd upp til umleið 270 gramm.
Hósdagin var maðurin í Føroya rætti, sum dømdi hann 30 daga fongsulsrevsing og at verða vístur av landinum fyri fimm ár.
Maðurin segði, at hassjið var til egna nýtslu. Hann var komin til Føroya, tí hann vónandði at fáa kans við onkrum báti.
Hann fór beint úr rættinum at sita dómin, og tá ið ein mánaður er farin, verður hann sendur við einvegis ferðaseðli til Íslands.