Tað kom óvæntað á flest øll fólk, tá Vodafone fyrradagin boðaði frá, at Gudny Langgaard, stjóri í felagnum, fór úr starvi, og at Bárður Nielsen tók yvir sum fyribils stjóri.
Einans tvær vikur frammanundan hevði Gudny Langgaard, í samrøðu við Helga Abrahamsen á R7, sagt, at um hon átti avgerðina, so fór hon at halda fram í starvinum leingi aftrat.
Tá so tað einans eru tríggir mánaðir síðani, at Vodafone fekk ein nýggjan nevndarformann, Rúnar Reistrup tók við í februar, so kann tykjast, at fyrrverandi stjórin varð koyrd úr starvinum. Tað afturvísir nevndarformaðurin tó.
- Vit hava havt eitt gott samstarv, og hetta var hennara avgerð, og varð hon tikin longu í mars. Men vit avtalaðu, at hon skuldi halda fram til vit vóru klár at lýsa starvið leyst, sigur Rúnar Reistrup við in.fo, og leggur afturat.
- Um so var, at vit ikki høvdu eitt gott samstarv, so hevði hetta fingið ein øðrvísi enda. Men alt endaði væl, og vóru tað m.a. nakrar persónligar orsøkir til, at hon gavst.
Kappingin á telemarknaðinum hevur verið óvanliga hørð seinasta árið, og harðnaði bara, tá Føroya Tele setti ein nýggjan stjóra í november. Spurdur um stjóraskiftið er ein reaktión upp á, at Vodafone hevur trupult við at taka kappingina upp við Føroya Tele, avvísir nevndarformaðurin, at Vodafone hevur nakrar trupulleikar.
- Marknaðurin er vorðin meira aktivur, men tað er bara gott fyri brúkaran. Tað eru bæði vit og Føroya Tele, ið hava pressað á. Vit eru als ikki í ferð við at tapa nakra kapping, men standa okkum væl á marknaðinum, sigur Rúnar Reistrup.