Hevði eisini mótmælt

Atli Gregersen, ið var maðurin, sum fekk tillutað brotssparkið í yvirtíðini í Klaksvík, segði soleiðis, tá vit spurdu hann, um hann helt talan vera um brotsspark.

- Eg ivist eitt sindur í, um tað var brotsspark. Men hann heldur í mær, og tí kann tað forsvarast at dømast.

- Talan er tó um eina av hesum støðunum, sum eru rættiliga vanligar við hornaspark og aðrar deyðbóltsstøður, og eg hevði heilt víst eisini sagt okkurt við Rúna (Gaardbo, blðm.), um brotsspark varð dømt ímóti mær í líknandi støðu. Men sum sagt, so kann tað helst verjast.