Hevði blivið triðstørsti flokkur

Var fólkatingsval nú, hevði Ny Alliance komið á ting - kanska enntá sum triðstørsti flokkur. Ikki færri enn tríggjar meiningakanningar eru kunngjørdar í Danmark tað seinasta samdøgrið, og allar vísa, at Ny Alliance hevði fingið umboð í Fólkatingið, var val nú.

Ein kanning hjá Catinet vísti í gjár, at Ny Alliance hevði fingið 17 umboð í Fóilkatingið, og ein kanning hjá Rambøll gav flokkinum 22 tinglimir.

Í gjárkvøldið kom so enn ein kanning. Hana gjørdi Megafon, og hon segði, at Ny Alliance hevði fingið 29 tingmenn, var fólkatingsval nú. Tað hevði gjørt flokkin til tann triðstørsta í Danmark.