Danski umhvørvisráðharin Magnus heunicke avlýsti ferð til India, so hann kann atkvøða í Fólkatinginum nú á middegi í málinum um at taka av dýra biðidag.
– Vit vita, at meiriluti er fyri lógaruppskotinum. Men av tí at nakrir flokkar hildu, at clearingsreglarnar skuldu sigast upp í sambandi við málið, var óvissan um atkvøðugreiðsluna á einum støði, har eg metti, at tað var neyðugt at avlýsa ferðina, sigur hann í dag.
Endaliga atkvøðugreiðslan í Fólkatinginum verður nú á middegi, tá málið er til 3. og endaligu viðgerð. Føroysku fólkatingsumboðini, Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, eru bæði farin til Danmarkar fyri at vera við til atkvøðugreiðsluna. Sjúrður Skaale segði við Info í gjár, at tey fara at atkvøða fyri, um stjórnarflokkarnar koma í trupulleikar av andstøðuni, sum hevur noktað at cleara í hesum máli. Clearingsskipanin, sum er ein sokallað gentleman agreement í Fólkatinginum gongur út uppá, at fólkatingslimir í andstøðu og samgongu cleara hvønn annan, um onkrum berst frá at møta. Og tað hendir ofta, tí danskir stjórnarlimir, sum eru valdir í Fólkatingið, leggja ikki sessin frá sær sum í Føroyum. Tí mugu allir stjórnarlimir møta í fólkatingssalinum nú á middegi at atkvøða í málinum. Men onkur kann vera burturstaddur, tí hava boð verið eftir føroysku fólkatingsumboðunum, sum ikki eru beinleiðis partur av stjórnargrundarlagnum, men sum stuðla stjórnarflokkunum Javnaðarflokkinum og Vinstra.