Hettar vil eg arbeiða fyri

Steinfinnur Mittelstein
Valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar býráð

Nógv er gjørt seinastu árini, og hóast nógv er eftir, eigur sitandi býráð rós fyri tað sum er hent, tað kann ikki bara verða funnist at - sum nakrir politakarar sýnist gera - tí seinastu árini eru vit vælsignaði við framgongd, nær um á øllum økjum.

Sambandsflokkurin gevst ikki her:
?Fyri at skapa vøkstur, er umráðandi, at kommunan skapar betri trivnaðar-møguleikar fyri øll - bæði ung, gomul og brekað.
?Tørvurin á heimum til heimleys er ikki nøktaður enn. Hóast evnið hevur verið at hoyrt javnan, so er onki hent á hesum økinum enn. Tað er eldsálir, ið eiga lívið í tí, sum er at bjóða heimleysum í býnum.
?Tørvurin á spælistøð-um til tónleikarar hevur ofta verið kjakast um, men tað blívur bara við kjakið. Her skal skjøtil setast á, so tónleikalívið í býnum fær sømulig kor at virka undir.
?Ítrótturin sigst fáa nógv, men í fleiri ítróttar greinum stend-ur ikki væl til við venjingar møguleikum. Her eigur at raðfestast, so allar ítróttargreinir, fáa nøktandi umstøður at mennast undir.
?Ungdómurin eigur at hava møguleikar í nærumhvørvinum, og tí skulu ungdómshús verða tikin við, tá kommunan leggur økir av til íbúðarbygging og planleggur.
?Betri parkeringsmøguleikar í býnum. Tað er ein fyritreyt, um handilslívinum skal vera lív laga.

Her manglar nógv enn, og tí er umráðandi at tú stuðlar Sambandsflokk-in, so tú fær trygd fyri, at arbeiði verður gjørt liðugt.
Hettar kanst tú gera av 9. november.