Í eina tíð hevur Tórshavnar Býráð spælt sær við tankanum um at byggja eina risastóra marghøll í Havnini. Ætlanin er, at høllin, sum hevur fingið stórfingna navnið, Føroya Arena, skal byggjast uppi við Stórutjørn í Havn og hon skal ver so stór, at hon kann hýsa altjóða hondbóltsdystum, flogbóltsdystum, og dystum í øðrum umtrótti, umframt at hon skal kunna hýsa stórum konsertum, ráðstevnum, framsýningarstevnum, og øðrum.
Tórshavnar Býráð hevur ført fram, at hetta er ein høll fyri allar føroyingar og tí er tað ikki annað enn rímiligt, at Landið er við til at fíggja hana.vOg nú Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, varð spurningurin eisini havdur á lofti.
Men Jenis av Rana gjørdi greitt, at hann hevur ongar ætlanir um at vera við í eini ætlan, sum hesari. Hann sigur, at hann hevur fingið eina umsókn um at býráðið og Mentamálaráðið skuldi standa fyri ætlanina og at fáa grunnar og fyritøkur til at vera við í fíggingini. Men tann umsóknin varð løgd á hillina, tí hvørki hann, ella samgongan annars, hevur ongar ætlanir um at vera við til at byggja eina stórhøll, so tey hava ikki brúkt tíð upp á tað.