Hetta vikuskiftið halda tey Dansibandsfestival í Vági. Byrjað verður í dag, og hildið verður fram í morgin.
Á middegi í dag verða væntandi 500 fólk til brunsj í VB-húsinum, og so halda tey fram við ymiskum tiltøkum – eitt nú felagssangi, matsølu og hugna.
Í kvøld spæla Sunrise og Norrøna Dansband til dans í høllini í Vági.
Leygardagin verður gongutúrur, dansibandsgudstænasta, linedansur og grillkvøld.
Leygarkvøldið spæla Hans Jacob & Vinmenn og Fourmenh til dansin.











