Sunnudagin tapti B68 5-2 í Gundadali ímóti B36, sum kappast fyri at sleppa undan niðurflyting. Harvið minkaði møguleikin hjá toftamonnum at vinna sær uppflyting.
Í góðveðrinum í kvøld hevði B68 vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ, og toftamenn sendu grannarnar til hús við stórtapi.
B68 vann 8-3. Hetta er nógv størsti sigur hjá B68 í ár.
NSÍ legði seg framum, men heimaliðið svaraði so dyggiliga aftur. Eftir fyrra hálvleik var 3-1, og tá hevði B68 síðstu lítlu løtuna undan steðginum tvær ferðir havt bóltin á stólapnum aftanfyri NSÍ málverjan Eli Joensen.
Støðan var 6-1, áðrenn NSÍ minkaði um munin til 6-2 og seinni 7-3.
Veteranurin Jóhan Dávur Højgaard skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, innskifti Óli H. Olsen skoraði tvey mál í seinna hálvleiki, og hini skoraðu Oddur Højgaard, Búi í Hjøllum, Jann Ingi Petersen og Esmar Clementsen.