Nýggjárskonsert
Tey umleið 500 fólkini, sum vóru til Nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri og Nýggjárskórinum sunnukvøldið, fingu eitt rættiligt tónleikaupplivilsi - við styrkini hjá stóra symfoniorkestrinum, vøkru røddunum hjá kórinum og dýpdini hjá solistinum og úrmælinginum, Rúna Brattabergi.
Saman við einum væluppløgdum orkesturleiðara, Bernharði Wilkinson og einum væluppløgdum frásøgumanni, Ólavi Jakobsen, gekk alt upp á stás hetta kvøldið.
Norðurlandahúsið var at kalla fult av fólki, og spenningurin var stórur, tá ið fyrstu tónleikararnir, sum komu inn á stóra pallin, byrjaðu at blæsa í síni ljóðføri og spæla á sínar steingir.
Eydnaðist væl
Poul Jákup Thomsen, sum hevur verið formaður fyri Føroya Symfoniorkestri seinastu 12 árini, heldur, at konsertin hesaferð helst er tann besta, sum orkestrið nakrantíð hevur havt.
- Eg haldi, at tiltakið hesaferð eydnaðist stak væl, sigur hann.
Hóast fleiri av tónleikaverkunum hesaferð vóru torfør, vóru nakrir av musikkskúlanæmingunum aftur hesaferð millum tey umleið seksti, sum mannaðu orkestrið.
- Vit hava sæð eina velduga stóra tónleikaliga menning í Føroyum, síðan vit fingu Musikkskúlan. Haraftrat sigur tað nakað, at vit hesaferð høvdu seks føroyingar við, sum ganga á konservatorii uttanlands. Eisini hetta er eitt úrslit av einum góðum tónleikaskúla.
Poul Jákup visir á, at tá ið familjukonsertirnar vóru í desember, vóru umleið 15 næmingar, sum fáa tónleikaundirvísing, við í hópinum.
Støðug dygd
- Vit leggja stóran dent á, at dygdin á konsertunum hjá Føroya Symfoniorkestri er støðug, og tí hava vit valt at fáa hjálp uttanífrá, tá ið vit halda, at tað hevur verið neyðugt. Soleiðis vóru einir 10 tónleikarar við úr Damnark á konsertini hesaferð.
Hann vísir á, at í øðrum londum plaga tey at siga, at eitt land, sum skal hava eitt symfoniorkestur, helst skal hava eini 8-10 miljónir fólk.
- So nógv eru vit ikki í Føroyum, og tað verða vit neyvan nakrantíð. Tí søkja vit okkum styrk eftir tørvi, men tað gera tey í øðrum londum eisini.
Poul Jákup sigur, at tað eisini er kent í eitt nú Danmark, at útlendingar eru við, tá ið danska symfoniorkestrið hevur stór tónleikatiltøk.
- Vit vilja, at fólk, sum koma á konsertirnar hjá okkum, frammundan skulu vita, at tað er dygd, tey fáa at hoyra. Áður vóru tiltøkini meira svingandi í dygd, men nú haldi eg, vit kunnu siga, at framførslurnar støðugt eru dygdargóðar.
Rúni Brattaberg
Orkesturformaðurin heldur, at tað var eitt rættiligt upplivilsi hjá áhoyrarunum at hava Rúna Brattaberg við á konsertini hesaferð.
- Eg haldi, at Rúni, sum okkara einasti altjóða bassangari, kláraði uppgávuna sera væl, og tað er gleðiligt at hoyra, hvussu stór framgongdin hjá honum hevur verið. Tað var ógvuliga áhugavert at hoyra hann syngja her heima aftur, sigur hann.
Vit spurdu eisini Poul Jákup Thomsen, hvussu Nýggjárskórið er samansett.
- Vit høvdu eina lýsing í bløðunum, har vit leitaðu eftir royndum sangarum kring landið, og í kórinum hesaferð høvdu vit sangarar úr meginpartinum av landinum. Tað vóru Bjarni Restorff og Kári Bæk, sum saman við kórleiðaranum, Bernharði Wilkinson, ið vandi kórið saman við orkestrinum.
Ein ábyrgd
Orkesturformaðurin heldur, at nú komið er so langt við sjálvum Føroya Symfoniorkestri, hevur orkestrið eina ábyrgd av eisini at spæla fyri kóri, og á Nýggjárskonsertini er tað vorðin fastur táttur, at kórið er við.
- Vit hava kent tað sum okkara ábyrgd at gera nakað fyri sangararnar eisini, sigur hann.
Í Nýggjárskórinum vóru stívliga 100 dugnaligir sangarar, kvinnur og menn.
Leggjast kann aftrat, at í nevndini aftanfyri Føroya Symfoniorkestur sita Poul Jákup Thomsen, Alex Sólstein og Bogi Lutzen.
Orkestrið hevur eisini eina tónlistarliga nevnd, sum tekur sær av tí tónlistarliga.