Tá ið fólk, sum byggja á útoyggj, nú sleppa at ferðast ókeypis við Strandferðsluni er tað bara fyrsta stig í eini størri ætlan.
Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum
Hann sigur at arbeitt verður nú við eini nýggjari skipan fyri, hvussu nógv tað skal kosta at ferðast við Strandferðsluni.
Fyrsta stigið er tikið, og tað er at lata tey, sum eru fastbúgvandi á útoyggj, ferðast ókeypis, og tað verður sett í verk við næstum. Her er talan um tey, sum búgva í Svínoy, Fugloy, Hesti, Mykines, Koltri og Skúgvoy.
Les eisini: Nú sleppa tey at sigla ókeypis við Strandferðsluni
Heðin Mortensen sigur at næsta stigið verður at seta prísin á ferðaseðlum upp hjá ferðafólki, sum ikki eru fastbúgvandi í Føroyum.
Útlendsk ferðafólk skulu rinda væl meiri fyri at ferðast við Strandferðsluni enn føroyingar gera, sigur landsstýrismaðurin.
Hvussu stórur prísmunurin verður, er ógreitt, men hann hevur áður sagt, at útlendsk ferðsfólk skulu rinda minst tað dupulta fyri at ferðast við Strandferðsluni.
So skal ein skipan finnast við onkrum slagi av borgarakortið til tey, sum búgva fast í Føroyum.
Hann sigur, at arbeitt verður av øllum alvi at seta sina slíka skipan í verk, men tað gongur ikki so skjótt, sum landsstýrismaðurin ætlar sær, tí tað eru ferðaseðlaskipanir og talgildar skipanir, sum skulu lagast til og tað tekur sína tíð.