Hetta vísir hvussu lítil virðingin er

Býráðslimur í Klaksvík undrast stórliga á, at Jógvan Skorheim gjørdi so nógv fyri at fáa eitt starv, hann í roynd og veru ikki ætlar sær at røkja

Tað undrar meg stórliga, at ein kann gera so stórt arbeiði fyri at fáa eitt starv, sum man í roynd og veru ikki ordiliga ynskir at átaka sær.

 

Tað sigur Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvík.

 

Hon sipar til, at borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, nú eisini skal verða løgtingsmaður og sostatt skal hann røkja bæði størvini ísenn.

 

– At vit hava ein borgarstjóra í Klaksvík, sum ikki er fulla tíð, er ein stórur bági fyri kommununa og tað fer uttan iva at merkjast í framtíðini, heldur hon.

 

– Tað harmar meg eisini almikið, at samgongan hevur so lítla virðing fyri einum so týðandi starvi, sum tað er at vera borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, leggur hon afturat.



Gunvá við Keldu heldur, at tað er løgið, at ein Jógvan Skorheim heldur, at hann klárar at røkja bæði størvini ísenn.

 

Hon heldur, at tað kanska eru onkrir fyrimunir við at vera báðumegin, men tað eru so nógv fleiri vansar við júst hesum og hon ivast ikki í, at taparin verður kommunan.

 

– Nú, meir enn nakrantíð, er stórur tørvur á at vera til arbeiðis og verja borg, so Klaksvík frameftir kann fóta sær og vera við, sigur Gunvá við Keldu.

 

Hon spyr, um samgongan í Klaksvíkar Býráði heldur, at tað er í lagi, at Klaksvíkar Kommuna er í borgarstjóraloysi fleiri dagar í árinum, tá ið Jógvan Skorheim er á Løgtingi.

 

Trýst HER og les meiri um, hvussu Gunvá við Keldu sær støðuna