Í gjárkvøldið var næstbesta liðið hjá KÍ við Løkin í Runavík, har næstbesta liðið hjá NSÍ tók ímóti. Talan var um útsettan dyst frá 24. umfari, sum var leygardagin.
Klaksvíkingar fóru norður aftur við 4-2 sigri, eftir at teir í hálvleikinum vóru frammanfyri 2-1. Jóhan Waag Høgnesen og Tórur Justesen løgdu fyrsta lítla korterið KÍ framum 2-0, og løtu seinni minkaði Christian Høgni Jacobsen um munin.
Í seinna hálvleiki legði Ólavur Niclasen KÍ framum bæði 3-1 og 4-1, áðrenn Christian Høgni Jacobsen minkaði um munin til 4-2.
At KÍ vann er góð tíðindi hjá teimum í 07 Vestur. Orsøkin er tann, at møguleikarnir hjá B68 at flyta upp eru verri nú, enn teir høvdu havt verið, um NSÍ vann í gjárkvøldið. Nú er KÍ næstfremst við 46 stigum, Víkingur er á triðja plássi við 44 stigum, og B68 er á fjórða plássi við 43 stigum.
Um B68 ikki megnar at vinna í minsta lagi triðja plássið, so verður tað bara AB, sum fer at flyta upp, og so sleppur liðið, sum endar á níggjunda plássi í bestu deildini, undan at flyta niður. Í løtuni er 07 Vestur greiður favorittur at enda á níggjunda plássi.
AB, sum er topplið við 55 stigum, eigur útsettan dyst á heimavølli ímóti Suðringum. Hann verður spældur mikukvøldið klokkan 19.
Skráin hjá fýra teimum fremstu í trimum teimum síðstu umførunum:
AB: ÍF (h), B68 (h) og KÍ (ú).
KÍ: Suðringar (h), Giza Hoyvík (ú) og AB (h).
B68: Giza Hoyvík (h), AB (ú) og ÍF (h).
Víkingur: NSÍ (h), Suðringar (ú) og Giza Hoyvík (h).