Hesar næstu dagarnar, serliga týsdagin, nýggjársaftan, verður nógv fýrverk skotið kring landið. Men fýrverk er vandamikið at spæla við og bera fólk seg ikki rætt at, kann tað elva til stóran skaða.
Tað eru eisini dømi um, at fólk hava meiðslað seg illa av fýrverki og tað eru enntá dømi um, at heil hús eru brend í grund av fýrverki.
Men Arbeiðseftirlitið hevur sett nakrar reglur upp fyri, hvat fólk eiga at hugsa um, tá ið tey skjóta fyriverk, fyri at avmarkað vandan fyri, at skaði stendst av, og at eitt stuttligt kvøld endar á skaðastovun
Ráðini eru hesi:
– Les brúkaravegleiðingina gjølla. Ansið eftir, at fýrverkið ikki hevur fingið skaða. Fýrverk, ið er skatt, skal ikki brúkast.
– Brúka altíð verndarbrillur, bæði vaksin sum børn.
– Fýrverk skal bara skjótast uttandura, og ikki har fólk eru savnað.
– Hav ikki fýrverk í lummanum, men í plastposa.
– Set rakettir í ein tryggan haldara, ið er gjørdur til endamálið. Stingið ikki stelkin í bøin ella í kavan.
– Ansa eftir, at rakettir fara beint uppeftir.
– Fest í fjúsið við strektum armi – bend teg ikki inn yvir fýrverk.
– Far ikki aftur til fýrverk ella rakett, sum ikki vildi ganga av.
– Fest bara í eitt fýrverk ísenn.
– Kasta ikki fýrverk eftir fólki ella djórum.
– Ansið eftir smábørnunum.
– Fólk sum ikki eru edrú, skulu ikki fáast við fýrverk.
– Bið um vegleiðing á útsølustaðnum um verndarbrillur, raketthaldarar og trygd annars.