Hetta skal ikki ganga

? Tað skal ikki ganga, at Skipara- og Navigatørfelagið skal gera av, hvør skal sigla við vaktarskipunum, sigur Jørgen Niclasen. Vit hava fullan rætt at gera, sum vit hava gjørt, sigur Ellintur Abrahamsen

 

Sáttmálatræta


? Hetta ber ikki til. At Tjaldrið skal vera lagt, tí at Skipara og Navigatørfelagið vil sleppa at gera av, hvør skal sigla við, tað gongur ikki.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum er fortørnaður av, at Tjaldrið ikki slapp av stað hósdagin á miðdegi.

Ein av stýrimonnunum er sjúkrameldaður, og Skipara- og Navigatørfelagið vildi ikki loyva nøkrum øðrum stýrimanni umborð enn onkrum av teimum, sum ætlandi skuldu við Brimli.

? Vit hava nakrar stýrimenn, sum ikki eru settir til nakað ávís skip, men sum eru reiðaríðsettir, og sum ætlandi skuldu við Brimli. Og vit vilja bara hava, at teir verða brúktir. Tí hava vit ikki góðtikið, at Vaktar og Bjargingartænastan ætlaði at seta ein annan stýrimann umborð, sigur Ellintur Abrahamsen.

? Tí hava vit noktað øllum øðrum at fara umborð á Tjaldrið, enn teimum, sum skuldu við Brimli. Vit hava nakrar mans, men at reiðaríið ikki vil brúka teir, kunnu vit ikki gera við.

Hann sigur, at teir hava fingið eina lógfrøðiliga meting av støðuna og hon sigur, at felagið hevur fullan rætt at nokta øllum øðrum at taka kansin við Taldrinum, enn teimum reiðarísettu stýrimonnunum, sum ætlandi skuldu við Brimli.


Kunnu vænta endurgjaldskrav

Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at hetta verður ikki góðtikið.

? Eru vit komin har til, at leiðslan ikki longur skal sleppa at seta fólkið við vaktarskipinum, men at tað skulu verða fakfeløgini, sum manna skipini, eru vit komin út á eitt álvarsligt síðuspor.

Jørgen Niclasen sigur, at eitt er, at Brimil er lagdur. Men at Tjaldrið eisini verður lagt mitt í einum sáttmálaskeiði, tað verður ikki góðtikið og fer ikki aftur við borðinum óátalað, sigur Jørgen Niclasen.

Spurdur, hvat hann meinar við, sigur hann, at hann sigur ikki meiri, enn at hetta verður ikki góðtikið.

Annars hevur Skipara- og Navigatørfelagið fingið bræv frá Fíggjarmálastýrinum, har tað verður boðað frá, at Fíggjarmálastýrið heldur, at hetta er sáttmálabrot og at felagið kann vænta sær endurgjaldskrav fyri at hava lagt Tjaldrið.

Ellintur Abrahamsen sigur, at Fíggjarmálastýrið fær onki svar uppá hetta, enn tað er tvætl.