Hetta segði løgmaður um tunnilsmálið

Løgmaður fegnast um niðurstøður hjá Gammeltoft

Kaj Leo Holm Johannesen nevndi kanningina av tunnilsmálinum í ólavsøkurøðu sínari í dag. Hann harmaðist, at hann hevði givið løgtinginum skeivar upplýsingar, men hann fegnaðist um aðrar niðurstøður hjá Hans Gameltoft Hansen.

Løgmaður segði hetta um kanningina:

 

“Kanningin av tunnilsmálinum er liðug, og sum vera man, verður kjakast um niðurstøðurnar.

Kanningarstjórin sigur í sínari niðurstøðu, at eg havi brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna við at geva Tinginum skeivar upplýsingar við at siga, eftir mínari táverandi fatan, at eg ongan leiklut hevði í break fee-avtaluni. Tað harmar meg almikið, og eg havi biðið løgtingið um umbering fyri tað. Men eg eri sjálvandi fegin um, at tað í kanningini verður staðfest, at eg sum løgmaður ikki havi sett mína eftirlitsskyldu til viks sambært stýrisskipanarlógini, og at heimild var fyri at gera break fee-avtaluna.


Heimild var eisini fyri at gera tunnilsavtalu við privata felagið, og ongin ábreiðsla varð fingin fyri at hava avtaluuppskotið í trúnaði. Harafturat var tað ikki brot á lóg um ábyrgd landsstýrismanna, at løgtingið ikki varð kunnað um ávísa innanhýsis uppritið, ið so nógv varð tosað um.

Alt hetta eru viðurskifti, ið fleiri serfrøðingar, miðlar og ikki minst andstøðan hartaði okkum harðliga fyri undan kanningini.


Hondina á hjartað – tá ið eg í juni 2013 noktaði landsstýrismanninum í innlendismálum at undirskriva CIP-sáttmálan og álegði honum at leggja málið fyri løgtingið, vardi tað meg als ikki, at so nógv rumbul skuldi spyrjast burturúr. “